Tórshavnar Býráð ásannar, at stórur áhugi er fyri at sleppa at gagnnýta Skálatrøð á annan hátt enn í dag, har so at siga alt økið verður nýtt til alment parkeringspláss.
Býráðið heldur nú, at tíðin er búgvin til at eina heildarætlan fyri Skálatrøð og økið rundanum Skálatrøð og í hesi ætlanini, skal stingast út í kortið, hvussu økið skal nýtast, hvussu byggjast skal, hvussu ferðslan skal skipast o.s.fr.
Og hetta skal gerast soleiðis, at ætlanirnar verða framdar í verki innanfyri eitt lutfalsliga stutt áramál.
Býráðið heldur, at tað hevur týdning, at almenningurin fær atgongd til havnafrontin og verður rætt atborið, kann Skálatrøð gerast ein sonn perla mitt í høvuðsstaðnum, til gagns fyri bæði borgarar, vinnulív og mentunarlív.
Tí mæla tekniski stjórin í býráðnum, býararkitekturin og býarverkfrøðingurin til at útskriva eina projektkapping í Føroyum og hinum Norðanlondum um at gera eina heildarætlan fyri økið, og at fremja ætlanina í verki.
Tann, sum vinnur kappingina, fær ræðisrætt á økinum og skal fremja heildarætlanina við eini langtíðar leiguavtalu á 30 til 60 ár. Tá ið leigumálið er úti, skal Tórshavnar Kommuna yvirtaka alt økið fyri eina ávísa upphæd, sum verður ásett samráðingum við tann, sum leigar økið.
Í hesi ætlanini skulu bygningar sum eru verdir at varðveita, ikki takast burtur, men skulu kunna brúkast til eitthvørt endamál.
Samstundis skulu privatar ognir verða við í heildaruppskotinum, so nógv, sum til ber.
Samstundis kann upp til 25-30% av sjógvøkinum fyllast út at byggja á, men talið á smábátaplássum má í mesta lagi minka 10%, ella 30 pláss.
Í løtuni eru 210 parkeringspláss á Skálatrøð og har skulu í mesta lagi 10% takast burtur.
Annars skal framtíðarbygging á Skálatrøð fevna um bygging til mentanarendamál, høli til fundir, skeið og ráðstevnur, stevnur og framsýningar, móttøkur og veitslur, konsertir, fyrilestrar, skrivstovur til borgaravendar tænastur, so sum kunningarstova, ferðaskrivstovur, almennar ella kommunalar borgaratænastur, skrivstovur, men feløg sleppa ikki at leggja høvuðssæti við Skálatrøð.
Byggingin skal eisini fevna um handlar, matstovur, náttarlív, hotel,
Samanumtikið skal Skálatrøð verða eitt sjónligt og eyðkendur varði fyri Tórshavn sigur Býráðið og hóskvøldið fer Býráðið at gera av um kappingin skal útskrivast ella ikki.