Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað um vikuskiftinum. Íslendingar eru vertir, og tað verður telvað á Borgarnesi. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar. Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki.
Føroyski hópurin fór til Íslands tíðliga hósmorgunin og longu fyrrapartin í dag byrjar 1. umfar. Ferðalagið telur 20 fólk, umframt at Rógvi Egilstoft Nielsen er við sum venjari. Telvað verða seks umfør, og endar kappingin sunnudagin 17. februar.
- Síðani hópurin bleiv úttikin í novembur mánaða, hevur GM Helgi Dam Ziska havt regluligar venjingar við teimum. Hóast flestu telvararnir er styrkismettir lægst í øllum bólkum, hava fyrireikingarnar verið góðar. Og vónandi verður okkurt óvæntað úrslit, hví skuldi tað ikki tað, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.
Umframt venjingarnar hava NM-luttakararnir eisini luttikið í heimligu kappingunum undan fráferð. Seinasta veruliga royndin var Kjølur Open, sum seinastu árini hevur verið fastur táttur. Ta kappingina vann Luitjen Akselsson Apol sannførandi, meðan hinir ikki smæddist burtur.
Føroysku luttakarirnir eru hesir:
Bólkur A:
Janus Skaale, 1765
Eli W. Finnsson, 1659
Bólkur B
Leif Reinert Fjalleheim, 1712
Flóvin M. Tummasarson, 1551
Bólkur C
Jón í Horni Nielsen, 1756
Benjamin Reinert Fjallheim, 1465
Bólkur D
Luitjen Akselsson Apol, 1854
Elias Petersen, 1005
Bólkur E
Rókur Davidsen
Brestir Samuelsen