Skúlatelving: Gekk heldur frægari í gjár

3. og 4. umfar vóru telvaði ídag, og úrtøkan var heldur frægari enn fríggjadagin.

 

Heiðrikur fekk seg aftur royndan móti sterkari telvarum. Fyrra talvið við svørtum tapti hann, men seinna við hvítum bleiv remis.

 

Tað er ikki ofta, at føroyingur er favorittur, men Høgni byrjar at liva upp til heitið. Í gjár telvaði hann javnt fyrra talvið og vann sannførandi seinna.

 

Silas fekk enn ein javnleik í bólki C, meðan Janus og Ragnar í bólki D telvaðu javnt innanhýsis. Sama gjørdu Leif og Jón í E bólkinum.

 

Rúni Vørmadal, Rúni T. Jacobsen og Eli W. Finnson eru enn stigaleysir, men sambært venjaranum hava teir telvað væl.

 

Úrslit, støður vm. á www.faroechess.com

?

?

?

?

?

?

?

?