Skúlatalvkapping í Vestmanna

Vestmanna Skúli og skúlarnir í sandoynni skipaðu seinasta vikuskifti fyri talvkapping

talv

Mogens Nielsen hevur nú í nakrar mánaðir havt regluliga skúlatelving á Sandoynni.
Telva verðu 4 dagar um vikuna, og skiftur ímillum 3 tær størstu bygdirnar á oynni.
Higartil hevur undirtøkan verið sera góð, og hava eina staðni millum 50 og 70 børn verið til regluligu telvingarnar.
Sunnudagin 10 apríl skipaði Vestmanna Talvfelag og skúlatelvingini á Sandoynni fyri einum stórum talvtiltakið í Vestmanna.
Saman vóru komin 68 børn, 54 av Sandoynni og 14 úr Vestmanna, øll 11 ár og yngri.
Telvað bleiv í einum stórum bólki og vóru 5 umfør telvaði. Eftir kappingina var hugni við døgurða og onkrum góðum omaná.

12 virðislønir vórðu lætnar og vóru vinnaranrir hesi:

Fyri Vestmanna:
?Jóhan Vørmadal5 stigGull
?Jógvan Emil Joensen 4 stigSilvur
?Bárður Jónsson Stórá4 stigBronsa

Fyri Skálavík:
?Grímur Jacobsen5 stigGull
?Brandur H. Olsen3 stigSilvur
?Maria Dalsgarð3 stigBronsa

Fyri Sands bygd:
?Sverri Dalsgarð4 stigGull
?Aron Clementsen3,5 stigSilvur
?Martha T. Hentze3 stigBronsa

Fyri Skopun:
?Pætur Poulsen4,5 stigGull
?Karl Fríði Vestergaard4 stigSilvur
?Heini Winther4 stigBronsa