Skúlastríð í Skopun: Vilja hava lærara frá

?Foreldur í Skopun hava savnað inn undirskriftir fyri at fáa ein lærara koyrdan

Skúlastríð

Skopun: Nú hevur aftur eitt skúlastríð tikið seg upp. hesuferð er tað foreldur í Skopun, sum reisa seg ímóti skúlanum.
Og ónøgdin við skúlan í Skopun er so stór, at foreldrini nú hava savnað inn undirskriftir.
Tað er fyrsta læraranum í Skopun, Ingun Simonsen, sum stríðið stendur um.
Skopuningar eru so ónøgdir við fyrstalæraran, at teir vilja hava hann koyrdan.
Ì Skopun fekst ongin at siga nakað alment um málið í gjáramorgunin. Men góðar keldur, vit hava tosað við, siga, at trupulleikarnir í skúlanum byrjaðum tá ið Ingun Simonsen varð sett sum fyrstilærari fyri nøkrum árum síðani.
Skopuningar siga, at tá tóku samstarvstrupulleikar seg skjótt upp ímillum hana og ein annan lærara, Sigurd Bærentsen.
Av einhvørjari orsøk fekk fyrstilærarin eitt horn í síðuna á hinum læraranum og hevur síðani roynt at fáa hann frá.
Men nú var ovboðið og um vikuskiftið tóku foreldur í Skopun seg saman og fóru at savna inn undirskriftir inn.
Og í Skopun er ongin ivi um, at bygdarfólkið stendur aftanfyri teirra gamla lærara, tí brævið, sum foreldrini skrivaðu undir uppá, er ein áheitan á Mentamáslastýrið um at fáa Ingun Simonsen frá.
Keldur okkara siga at 27 foreldur í Skopun hava skrivað undir áheitanina og sostatt er næstan full semja um áheitanina, tí tey foreldur, sum ikki hava skrivað undir, kunnu teljast á aðrari hondini og tað eru bara tað eina av foreldrunum hjá hvørjum barni, sum hava skrivað undir.
Í Mentamálastýrinum fæst ongin viðmerking til málið. Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, váttar, at undirskriftirnar eru komnar, men málið er ikki komið á hansara borð enn, so hann hevur ongar viðmerkingar.
Tað skilst eisini, at skúlastýrið í Skopun skal hava fund um málið seinni í vikuni.