SKÚLASTRÍÐ
Skopun: Tað eru verri enn so øll í Skopun, sum taka undir við atfinningunum ímóti fyrstalæraranum í bygdini.
Harry Hentze eigur sjálvur børn í skúlanum í Skopun og hann er alt annað enn samdur við teimum, sum nú hava savnað inn undirskriftir fyri at fáa fyrstalæraran í Skopun, Ingun Simonsen, úr starvi.
Tað var um vikuskiftið, at foreldur í Skopun handaði Mentamálastýrinum ein lista við undirskriftum og kravi um at skúlin fær nýggjan fyrstalærara.
Men Harry Hentze sigur, at tað vóru ikki øll foreldur, sum vórðu spurd um tey vildu skriva undir mótmæli ímóti læraranum.
?Sjálvur var eg ikki spurdur, hóast eg eigi børn í skúlanum og og veit eisini um fleiri onnur foreldur, sum heldur ikki vórðu spurd, sigur hann.
Hann sigur, at tað vóru nevniliga fleiri hús, sum vórðu lopin um, tá ið tey gingu við listanum.
?Tey, sum gingu við listanum hava ikki gjørt mætari enn at leypa tey um, har tey vitstu at fólkð ikki fór at skriva undir, sigur Harry Hentze.
Og hesa mannagongdina átalar hann harðliga.
?Tað er undir lágmark at savna inn undirskriftir ímóti einum fólki, men at leypa tey um, har tey frammanundan vita, at tey ikki fáa undirtøku. Soleiðis bera ein seg ikki at, sigur hann.
Eitt megnararbeiði
Umframt tey, sum ikki eru biðin um at skriva undir, veit Harry Hentze eisini um onnur, sum vórðu biðin, men sum ikki vildu skriva undir.
? Langt frá øll taka undir við mótmælunum ímóti fyrstalæraranum, tí tað er ein rættiliga stórur partur av foreldrunum, sum eru stak væl nøgd við Ingun Simonsen.
?Hon hevur nevniliga gjørt eitt megnararbeiði fyri skúlan, tí hon hevur lyft hann upp á eitt heilt annað støði, enn hann var á frammanundan. Tað var onki í skúlanum, tá ið hon kom, men nú eru teldur á hvørjum horni, umframt at nógv annað er gjørt. Nú er skúlin nógv betri skipaður, enn hann var og verður rikin á professionellum støði. Í dag hava vit ein góðan skúla í Skopun, leggur hann afturat.
Men Harry Hentze heldur eisini, at tað er onki at finnast at samstarvsevnunum hjá fyrstalæraranum.
?Men tað er bara veruleikin, at tá ið ein leiðari kemur við nýggjum hugskotum og ætlar at broyta tað gamla, fær hann mótstøðu. Soleiðis er allastaðni og soleiðis er eisini í skúlanum í Skopun, men her hava broytingarnar avgjørt verið til tað betra, sigur skopuningurin.
? Og eg finni meg ikki í, at slíkt verður gjørt ímóti einum lærara, sum hevur gjørt so nógv fyri skúlan, sum hon hevur, sigur Harry Hentze.