Á møtinum sunnudagin 7. januar vórðu skúlastovurnar í tí nýggja bygninginum í Kelduni tiknar í nýtslu. Tær verða nýttar til sunnudagsskúlaarbeiðið. Stovurnar eru 3 í tali, og børnini verða tí býtt upp í 3 aldursbólkar, so undirvísingin kann skipast betri.
Ymiskt spennandi var á skránni henda dagin. Byrjað var við, at øll savnaðust í einari stovu, har dansibólkurin "Butterfly" dansaði til ein sang. Søga varð lisin, sangir vórðu sungnir og tílíkt. Aftaná var møguligt hjá børnunum at fara til ymiskt virksemi í stovunum.
Skúlastovurnar fara at verða brúktar til barnagarð fyri børn í Runavíkar Kommunu. Annars hevur Keldan ætlan um einaferð at hava ein frískúla, og hetta skulu stovurnar eisini nýtast til tá.
Samkomuleiðarin Pauli Høj er væl nøgdur við arbeiðið higartil.
- Vit eru glað fyri, at skúlastovurnar eru tiknar í nýtslu. Nú taka vit tað eitt sindur róligt. Tað er nógv eftir at gera í nýggja bygninginum, men vit vilja ikki skunda undir ætlanina. Tað verður nógv sjávlboðið arbeiði gjørt, og tað fer helst at taka umleið tvey ár afturat, áðrenn nýggi bygningurin verður liðugur, sigur Pauli.
- Til páskir verður kafeteria liðugt. Har verður ein góður køkur, og har ætla vit at gera alskyns mat. Eisini ætla vit at fáa barnasalin lidnan til páskir, sigur Pauli.









