Hanus Joensen fer nú frá sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Hann tók læraraprógv í 1974, fekk starv í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og tók seinni fleiri leiðsluútbúgvingar. Frá 1981-1997 var hann fyrstilærari í Kollafirði og frá 1997 til 2014 skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla.
1. januar 2015 vórðu Venjingarskúlin og Kommunuskúlin lagdir saman, og Hanus gjørdist stjóri í nýggja skúlanum og tók samstundis á seg avbjóðandi uppgávuna at sameina skúlarnar, skrivar miðlabólkurin í Skúlanum á Fløtum í tíðindaskriv.
Á leið 770 næmingar ganga í Skúlanum á Fløtum, sum hevur fleiri eindir og bjóðar næmingunum millum annað fóltbóltsskúla, sertilboð, tónleikatilboð, kreativa skriving, fjarlestur og annað.
Miðlabólkurin skrivar í tíðindaskrivinum, at tað, sum hevur eyðkent leiðslustílin hjá Hanusi er opinleiki fyri nýggjum møguleikum, íverksetan, kveikjan og kreativitetur.
Les alt skrivið her