Løgreglan í Connecticut hevur nú almannakunngjørt nøvnini á teimum sjey, sum doyðu í skjótingini í einum skúla í býnum Newtown í gjár. Samstundis bera fjølmiðlarnir frágreiðingar frá fólki, sum sluppu við lívinum.
Millum tey fyrstu, sum tann 20 ára gamli Adam Lanza skeyt, var skúlastjórin, tann 47 ára gamla Dawn Hochsprung (myndin). Vitni hava greitt frá, at hon sat á síni skrivstovu, tá tey fyrstu skotini smullu, og at hon kvikaði sær út av skrivstovuni at steðga byrsumanninum. Tey bæði møttust í forhøllini, har hann skeyt hana. Sálarfrøðingur skúlans, tann 56 ára gamla Mary Sherlach, var sxaman við skúlastjóranum, og hon bleiv eisini skotin.
Tær báðar høvdu sitið á fundi saman við millum annað skúlaterapeutinum, Diane Dey, tá skjótingin byrjaði.
-Meðan eg og hini lupu inn undir borðið at fjala okkum, fóru Hochsprung og Sherlach út, sigur Diane Dey við blaðið Wall Street Journal.