Skúlastjórar skulu undirvísa meira

Allir skúlastjórar hava fingið boð úr Mentamálaráðnum, at teir skulu halda seg til tann niðurskurð, sum er góðkendur. Tað sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri, við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, fíltíst í seinastu viku á, at harraboð eru komin úr Mentamálaráðnum, at skúlastjórar skulu undirvísa meira, og tað er ikki í samsvar við tað, sum Talis-kanningi og annað, vísir á, at skúlaleiðslurnar skulu vera meira námsfrøðiliga kveikjandi.

Boðini úr Mentamálaráðnum merkja ikki, at tað er nakar frymil ella útrokningarháttur er broyttur fyri at spara pengar, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.

Skúlarnir hava ein niðurskurð til leiðslu samsvarandi næmingatali til at fremja tað arbeiði, sum krevst. Tað vil siga, at tímarnir, sum skúlastjórin undirvísir, veldst um, hvussu nógvir næmingar eru í skúlanum.

- Summir skúlastjórar undirvísa minni enn teir eiga, og teir eru tí bidnir um at broyta virksemisætlanina og rætta upp á hesi viðurskifitni. Vísir tað seg, at skúlastjórin, sum eftir røttum eigur at undirvísa 14 tímar, bara undirvísir átta timer, so skal onkur annar undirvísa hinar seks tímarnar, sigur Olaus Jespersen.

Portalurin hevur fingið upplýst í dag, at tað eru ikki allir skúlastjórarnir í landinum, sum hava fingið skrivið.