Skúlastjórar heita á Signar á Brúnni

Føroya Landsstýri

Att: Signar á Brúnni

Landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum

Undirritaðu skúlastjórar í Havn, sum umboða umleið triðingin av næmingunum í Føroyum, hava á fundi týsdagin, 21. mars 2000 viðgjørt søtðuna í skúlunum í býnum, nú sáttmálasettu lærararnir hava verið í verkfalli síðan 8. mars.

Av tí at sáttmálasettu lærararnir undirvísa umleið helvtina av pultstímunum, verður undirvísingin nervað í so stóran mun, at skúlin als ikki virkar sum undirvísingarstovnur. Fleiri flokkar hava ikki verið í skúla, síðan verkfallið byrjaði, og aðrir hava einans nakrar fáar tímar.

Heldur hetta fram, verður so nógv bortið niður, at tað verður drúgt at byggja uppaftur.

Støðan í skúlunum er ótolandi í løtuni, og tí verður staðiliga heitt á tygum sum landsstýrismann í skúlamálum og ábyrgdarhavandi at taka stig til, at málið verður loyst beinanvegin.


Havn, 21. mars 2000

Eyðdis Baldvinsson, Selmar Jacobsen, Hanus Joensen, Petur Dahl, Niels Nattestad og Mortan Dalsgarð