Skúlastýrið átti avgerðina

Tað var í grundini skúlastýrið í Skopun, sum gjørdi av, at Sigurd Bærenstsen skuldi aftur í starv við Skopunar skúla. Mentmálaráðið var bundið av brævi, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin hevði sent flutta lærararanum

Táverandi landsstýrismaðurin við mentamálum, Høgni Hoydal, skrivaði 13. august í fjør Sigurdi Bærentsen, lærara, eitt bræv, har landsstýrismaðurin segði, at um Sigurd Bærensen søkti, ella skúlastýrið í Skopun heitti á Mentamálráðið um at flyta Sigurd Bærentsen aftur í starv sum lærari við Skopuna skúla, hevði hann rætt til hetta. Tó í fyrsta lagi tann 1. august 2004.
Og tað er júst hetta, sum hent er nú. At skúlastýrið í Skopun hevur heitt á Mentmálaráðið um at seta Sigurd Bærentsen í starv aftur í Skopun, sigur JennyLydersen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum.
?Tá innstillingin frá skúlastýrinum kom til okakra, varð kannað hjá løgfrøðingi, haussu farast skuldi fram, sigur hon. Og har var als eingin ivi. Brævði frá landsstýrismanninum, sum er dagfest 13. august 2003, er so mikið griett, at tað skuldi bara fylgjast. Sigurd Bærentsen er sostatt settur í starv aftur í Skopun frá 1. august 2004 at rokna.
Jenny Lydersen sigur, at dentur er lagdur á í innstillingini frá skúlastýrinum í Skopun, at tað er eitt samt skúlastýri, sum einmælt innstillar Sigurd Bærentsen.
Har vóru ikki so nógvir valmøguleikar, sigur undirvísingarleiðarin, tí hóast eitt starv var leyst í Skopun, varð ongantíð søkt eftir lærara. Skúlastýrð metti, at lærari var tøkur sambært skrivinum frá landsstyrismanninum frá august í fjør, og tí var Sigurd Bærentsen einmælt innstillaður til starvið, sum leyst var.