Skúlastýri
Sambært nýggju fólkaskúlalógini skal hvør skúli hava eitt skúlastýri, mannað við foreldrum at næmingum. Valið var 28. mai, og nú er greitt, hvør skal manna stýrini.
? Tað er av stórum týdningi, at samstarvið millum heimið og skúlan er gott. Eisini skulu foreldur kenna, at tey kunnu venda sær til skúlan, um tey hava okkurt uppskot um, hvussu viðurskifti av ymiskum slag kunnu betrast, sigur Høgni Mohr, ið varð valdur í skúlastýrið í Tórshavnar Kommunuskúla við 19 atkvøðum.
Hann leggur afturat, tað er av alstórum týdningi, at leiðslan á skúlanum eisini tekur tað í álvara, sum foreldrini hava uppá hjarta.
Høgni Mohr sigur, at skúlastýrið skal vera við til at økja um áhugan hjá foreldrunum fyri skúlanum. Eisini leggur hann dent á, at børnini skulu hava áhuga í hvørjum øðrum, fyri at alt skal ganga lættari.
? Tað er ómetaliga týdningarmikið, at foreldrini hava áhuga í skúlanum og eru meira við í virkseminum kring skúlan hjá barninum.
Karmarnir skulu betrast
Høgni hevur eitt ítøkiligt hjartamál, tá talan er um skúlan hjá hansara børnum. Tað er at betra um karmarnar.
? Mítt hjartamál er at betra munandi um teir fysisku karmarnar á skúlanum. Ætlanir hava leingi verið um at umbyggja og gera broytingar, men tað verður útsett nakrar ferðir. Á tí økinum fara vit at streingja á, sigur Høgni.
Í sama viðfangi leggur hann afturat, at hann enn ikki veit, hvussu hetta stýrið fer at virka, tá arbeiðið byrjar av álvara. Hann metir tað vera ógvuliga týdningarmikið, at stýrið finnur sína røttu legu í virkseminum kring skúlan, tí tað eru nógvir partar, ið skulu samansjóðast.
? Eg vóni, at stýrið kann vera við til at betra um sambandið millum skúlan og heimið.
Stýrið skal sostatt vera ein liður millum skúlan og heimið, sum bindir saman
Høgni Mohr sigur, at hann fekk áheitan frá grannunum um at stilla upp, tí nógv børn í skúlaaldri eru í grannalagnum. Hann játtaði og varð valdur í stýrið, har hann nú skal sita komandi trý árini.
? Hetta er ein álvarsom uppgáva, sum eg gleði meg at fara undir, sigur Høgni Mohr.
Hann heldur tað samstundis vera løgið, at 320 fólk meldaðu seg sum veljarar, men bara 162 greiddu atkvøðu.