Hvat skal til í 2012 at menna ein skúla sum gevur børnunum dreymar, visiónir og lívsorku til at lyfta samfelagið um nøkur ár?
Tann 23. november fáa fólk høvi at vera við til at seta dagsskránna og raðfesta, bæði á skúlunum og í tí kommunala?landslagnum.??
Tað formella samstarvið millum foreldur og skúlan er millum annað skúlastýrini. Valið til skúlastýrini er ein týðandi liður í partinum av uppgávuni sum foreldur í samstarvinum millum heim og skúla. Tí mugu foreldur royna sum frægast at taka?lut í hesum, hugsa seg um, tá ið farið verður á val og í heila tikið vera við á valdegnum. ??
– Um vit hava orku til meir, so kunnu vit eisini, sum foreldur, royna at stimbra kjak uppundir valið, bæði millum foreldur, í kommununi og alment annars, so at foreldur trýna fram, og foreldur, sum hava áhuga í framtíðina og vilja síggja børn okkara blóma, koma í skúlastýrini, stendur í skrivi frá Foreldrafelagnum Heim og Skúli.