Skúlaspíri í Leirvík

Eftir summarfrítíðina byrjar Eysturkommuna forskúla við tilsamans 27 børnum undir skúlaaldur í Leirvíkar skúla. ?Skúlaspírin? er navnið á forskúlanum, sum er eitt tilboð til børn undir skúlaaldur í Eysturkommunu.

Forskúlin fer at halda til í Leirvíkar skúla, og tilsamans 27 børn eru teknaði til skúlan.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at hetta eru børn, sum fara í vanligan fyrstaflokk í Leirvíkar skúla við skúlaársbyrjan 2011.

- Næmingarnir koma í forskúla klokkan 8 á morgni og verða í skúlanum til klokkan 11.30. Tveir námsfrøðingar og tveir lærarar verða knýttir at ?Skúlaspíranum?, sigur hann.

Jóhan Christiansen sigur, at tá barnaskúlin við Gøtugjógv er liðugt um-og útbygdur, verður farið undir at byggja eina lon aftrat Leirvíkar skúla, sum í fyrsta lagi skal geva nýggja ?Skúlaspíranum? bestu umstøður.

Borgarstjórin sigur, at Eysturkommuna hevur samtykt at brúka tilsamans 22 miljónir til skúlar.

- Umleið 11 miljónir krónur verða nú lagdar í skúlan við Gøtugjógv, og síðan verða aðrar 11 miljónir brúktar til út-og umbygging av Leirvíkar skúla, sigur Jóhan Christiansen.