Skúlaskipið Dragin á alnetinum

Nú kunna tey, ið hava áhuga í skúlaskipinum, Dragin í Klaksvík, fara á alnetið at leita sær upplýsingar skipið

Skúlaskipið "Dragin" varð tikið í nýtslu í summar eftir eina langa og stóra umbygging til segl- og skúlaskip. Siglt varð við skúlanæmingum eins og útferðir vóru gjørdar við ferðafólki, firma-leigutúrar, fiskitúrar og eisini var ein uttanlandatúrur gjørdur til Hetlands.
Nú er ein heimasíða løgd út á alnótina, so skúlar, feløg og stovnar ella einstaklingar hava møguleika at bíleggja "Dragan" til komandi summar.
Á heimasíðuni ber eisini til at lesa søguna um "Dragan", síggja myndir og lesa ymist áhugavert.
Heimasíðuadressan hjá "Draganum" er: www.dragin.fo
Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, ið stuðlar heimasíðuni hetta fyrsta árið, hon liggur úti á netinum.