Skúlaskipanin er sjúk

Tímatalið til sjúkravikarar í føroyskum skúlum er eksploderað. Seinasta skúlaár vóru 12.050 tímar nýttir til sjúkravikar samanborið við 7.781 tímar fyri fýra árum síðani. Hetta er ein øking á góð 35 prosent.

- Tølini vísa, at nógv sjúka er í skipanini. Økingin sigur okkum, at okkurt má gerast, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Skúlaskipanin er bygd upp soleiðis, at tá í lærari er burtur, stendur flokkurin, ið lærarin eigur at undirvísa, við ongum lærara. Tað vil siga, at hvørja ferð ein lærari er sjúkur ella á skeið, merkir tað ein vikartíma, um børnini ikki skulu hava frí, og tí vilja allir flokkar helst sleppa undan.

Seinnu árini er vikartímanýtslan vaksin sera nógv.

Bara frá skúlaárinum 2007/2008 til 2008/2009 er sjúkravikartímatalið vaksið við 1000 tímum, ella við 8 prosentum. Í 2006 var talið 7.781 og í 2007 9.670 tímar. Tá eru langtíðarsjúkrameldingarnar ikki íroknaðar, og tær eru eisini nógvar, skrivar Lærarafelagið á heimasíðu sínari.

Ein sjúkravikartími kostar 308 krónur. Við øðrum orðum kostaðu sjúkravikartímarnir í 2005/2006 2,4 millión krónur, í 2006/2007 2,9 milliónir, í 2007/2008 umleið 3,4 milliónir og í 2008/2009 góðar 3,7 milliónir krónur.

- Tað er ógvuliga keðiligt, at so stórur partur av játtanini verður nýttur til sjúku. Tað er nógv, sum bendir á, at lærarar eru útsettir fyri sjúku, og at hetta stendur við og versnar, staðfestir formaðurin í Føroya Lærarafelag millum annað.

Nú allir skúlar hava fingið boð um at spara, hava fleiri skúlar valt at spara í vikartímajáttanini. Hetta merkir, at næmingar fáa frí, tá ið lærari er sjúkur.

- Hetta er ikki forsvarligt, sigur Magnus Tausen.