Skúlarnir á Tvøroyri, steingjast?

Finnleif Guttesen
Býráðslimur og valevni

Hetta er bygningar, sum kommunan hevur alla ábyrgdina av. Her búleikast okkara ungdómur frá fyrsta til tíggjunda flokk og skulu umstøðurnar sjálvsagt verða so góðar sum gjørligt, fyri at fáa eitt gott umhvørvi fyri næmingar og lærarar.
Tey seinastu fýra árini eru umvælingar farnar fram fyri fleiri milliónir krónur. Serstakliga er tað útskifting av tøkum og klædningi sum eru gjørd, tí tað lak so illa, "at ein næstan mátti ganga við paraply og gummistivlum í skúlun-um".
Og áðrenn størri um-vælingar kunnu fara fram, má tað sjálvsagt vera tætt fyri regni og vindi.
Tíverri er støðan á gamla skúla so vánalig, at vandi er fyri, at hann skal steingjast. Hetta má ikki henda og tí má eitt komandi býráð, planleggja og avseta neyðuga fígging so tað mun-ar, til at nýtímansgera skúlarnar.