Vit eiga at flyta skúlan út til kommunurnar at umsita, og á tann hátt vera skyldur og ábyrgd á einum og sama stað. Hetta kemur at menna skúlan til tað, sum verður krav í framtíðini, kommunurnar koma eisini í framtíðini at hava ein størri áhugað fyri at skipa soleiðis fyri, at teirra skúli verður mentur bæði fagliga og hølisliga, tað kemur at gera, at lærarar og leiðsla koma at vera ein størri aktivur partur á hesum øki og umstøðurnar koma at mennast til gagns fyri lærarar, vit eiga at fara fram soleiðis at skúlaleiðarar og lærarar koma meira við í planleggingini á skúlaøkinum og skapa á henda hátt ein betri trivna innan skúla gátt.
Vit eiga at skipa soleiðis fyri, at okkara dagstovnar og skúlar í nógv størri mun enn í dag, koma at vera ein eind, tað eigur at gerast soleiðis, at samstarvið millum dagstovnar og skúlar skal skipast, og krøv koma at vera sett til dagstovnarnar, um at menna okkara børn til, at taka tað avbjóðing tað er at koma í skúla, tað eiga at gerast greiðar reglur hesum viðvíkjandi.
Tað er nógv hent innan skúlaøkið hesi seinastu árini, sum kemur at menna skúlan, næmingar og lærarar, men nógv skal gerast afturat tí, ið er gjørt, men vit hava ikki gjørt tað, ið skal til fyri at sameina skúlaøkið og barnaansingarøkið.
Barnaansingarøkið er í dag eitt øki, sum kommunurnar umsita sjálvar, og sera nógv er hent síðani hetta økið bleiv lagt út til kommunurnar. Eg eri sannførdur um, at um økið ikki varð lagt út til kommunurnar, so vóru vit langt aftanfyri tað, sum í dag er eitt sera væl útbygt øki. Vit skulu koma longur framá á hesum øki, sum er barnaansingarøkið og skúlaøkið, hetta gerst best við, at hesi bæði økini liggja fult og heilt úti hjá kommununum, har skulu kommunurnar seta krøv bæði til seg sjálvan, dagstovnaøkið og skúlaøkið, sum samansjóðar barnaansing og skúla.
Tá skúlaøkið verður lagt út til kommunurnar, skal sjálvsagt peningurin fylgja við, og hædd eigur at takast fyri, at økið skal útbyggjast í framtíðini.
Skulu vit fáa tey einstøku økini at mennast í framtíðini, og tað skulu tey á øllum økjum, so eiga vit í nógv størri mun enn í dag, at skipa samfelagið soleiðis, at nærumhvørvið er við í okkara útviklingi, og har við eisini í okkara menning av samfelagnum.