Nú er ætlanin, at teir smáu bygdarskúlarnir í Tórshavnar Kommunu, skulu leggjast saman við teimum størru skúlunum í Havn. Tað hevur Mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráði, nú samtykt. Talan er um skúlan á Velbastað, har 43 børn ganga, skúlan í Nólsoy, har 10 børn ganga og skúlan í Kaldbak, har 23 børn ganga. Og nú verður so farið undir tilgongdina at leggja teir saman við størri skúlum í Havn.
Men hóast teir verða lagdir saman við størri skúlum, verða teir ikki niðurlagdir, og næmingar fara framhaldandi at ganga har. Samstundis verða leiðslufólk framvegis í einstaka bygdarskúlanum.
Í roynd og veru merkir hetta, at skúlin á Velbastað, í Kaldbak, og í Nólsoy, og onkrir av teimum størru skúlunum í Havn, verða roknaðir sum ein skúli, men við undirvísingarhølum í fleiri skúlabygningum. Og bygdaskúlarnir varðveita eisini nøvnini, teir nú hava.
Men Tórshavnar Býráð sigur, at ein treyt er, at Landsstýrið framhaldandi játtar bygdarskúlanum tímar fyri seg. Ein fyrimunur við eini samanlegging er at tað ber betur til at tryggja eina fakliga breidd í teimum lítlu skúlunum, og at leiðslan verður styrkt, tí hon verður ein partur av einum felags leiðslu.
Ein annar fyrimunur er, at lærarar kunnu vera við í einum faktoymi, umframt at tað verður smidligari at nýta fakhøli í skúlanum. Samstundis fara næmingarnir ú bygdarskúlunum at hava betri samband við skúlan og lærararnar, har teir fara í framhaldsdeild, sigur Tórshavnar Býráð.