Nordplus er evnið á fyrsta almenna fundinum hjá Norrøna Felagnum í Føroyum í vetur.
Á fundinum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 7. oktober kl. 19.30 fer Henrik Neiiendam Andersen frá Cirius-Danmark at greiða frá um Nordplus skipanirnar. Hann fer at eisini at geva teimum, sum vilja tað, vegleiðing í at søkja um pengar frá Nordplus.
Norðurlendska ráðharraráðið bjóðar fimm møguleikar at søkja um studning frá Nordplus í ár, næsta ár og í 2006.
Nordplus er ætlað skúlafólki, tað vil siga næmingum og lærarum, og teimum, sum eru góð við norðurlendsku málini.
Endamálið við stuðlinum er at styrkja norðurlendska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá Norðurlondunum. Kjarnin er flytføri og netverk.
Í Nordplus eru fimm stuðulsskipanir:
Nordplus Junior er ætlað lærarum og næmingum í fólkaskúlum, miðnámsskúlum og í yrkisútbúgvingum. Næsta umsóknarfreist er 15. oktober 2004.
Nordplus skal menna samstarvið millum lærarar og studentar í hægri útbúgvingum. Næsta umsóknarfreist er 1. februar 2005.
Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið um fólksliga upplýsing og undirvísing fyri vaksin. Næsta umsóknarfreist er 1. mars 2005.
Nordplus Granni er serliga ætlað at menna samstarvið við grannarnar eystanfyri, fyrst og fremst við Baltalondini, men eisini við útnorður-Russland. Samstarvið er fyri allar útbúgvingarskipanir. Næsta umsóknarfreist er 1. februar 2005.
Nordplus Mál skal menna støðuna hjá norðurlendsku málunum í Norðurlondunum og styrkja málini í altjóða høpi. Næsta umsóknarfreist er 15. oktober 2004.
Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan www.ask.fo um allar fimm Nordplus skipanir.
Í Danmark stendur Cirius
www.ciriusonline.dk fyri kunningini og vegleiðingini. Henrik Neiiendam Andersen, sum verður á almenna fundinum hjá Norrøna Felagnum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, arbeiðir hjá Cirius í Danmark.