Skúlar ilt við at fáa fólk við læraraútbúgving

Áhugin fyri leysum lærarastørvum var munandi minni í ár enn undanfarin ár Fleiri skúlar høvdu ilt við at seta lærarastørvini, sum vórðu lýst leys í summar.

Millum annað var Sandoyar Meginskúli ikki læraramannaður fyrr enn í síðstu løtu, og tað seinasta starvið varð ikki sett fyrr enn nakrar fáar dagar undan fyrsta skúladegi, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum og vísir til eina kanning hjá Skúlablaðnum.

Í mentamálaráðnum ætla tey at geva lærarunum størri møguleika at arbeiða yvir næsta skúlaár, tí tá fáa fyrsti, annar og triði flokkur aftur fleiri tímar.