Danski fólkatónleikarabólkurin Phønix fer í komandi viku at vitja í Føroyum.
Phønix er ein av best dámdu fólkatónleikabólkum í Danmark, og teirra heilt serliga ljóðunivers og teirra máti at samskifta við áhoyrararnar, hevur givið teimum møguleikan at spæla í einum stórum parti av heiminum, og nú koma tey so til Føroyar.
Tað sum serliga eyðkennir Phønix er teirra nærvera og orka og teirra entusiastiska samanspæl og musikalska sjarma. Tú kanst ikki lata verða við at lata teg fanga.
Tað er Norðulandahúsið og Listaleypurin, ið hava stuðlað ferðini hjá Phønix til Føroya.. Listaleypurin er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið og kommunurnar, og samskipar listarlig tilboð til føroysku skúlarnar.
Phønix kemur at spæla skúlakonsertir ymsa staðni alla vikuna, men tey koma eisini at gera nakrar almennar konsertir.
Almennu konsertirnar verða Mánakvøldið kl. 20.30 á pubbini hjá Onnu Kirstin á Tvøroyri, fríggjadagin kl. 16.30 í Tutl Handlinum, og leygarkvøldið kl. 21 spæla tey í Tøting í Gøtu. Allar konsertirnar eru ókeypis.
Skúlakonsertirnar verða á hesum støðum:
Í dag: Frískúlin við Hoyvíkstjørn
Týsdagin: 17. Apríl Vágs skúli og Tvøroyrar og Trongisvágs skúli
Mikudagin: 18. Apríl Frískúlin í Havn
Hósdagin: 19. Apríl Gøtu skúli
Fríggjadagin: 20. Apríl Tjørnuvíkar, Haldarsvíkar og Hósvíkar skúlar










