Klaksvík: Leygardagin komu fleiri útlendskir skúlastjórar til Klaksvíkar á vitjan.
Hetta er ein partur av vinabýarsamstarvinum hjá Klaksvíkar kommunu við Tampere í Finlandi, Norrkøping í Svøríki, Trondhjem í Noregi, Odense í Danmark og Kópavági í Íslandi.
Hetta vinabýarsamstarv umfatar fleiri øki, men skúlaøkið hevur verið eitt av mest virknu seinnu árini.
Eisini í Havn
Norðurlendsku skúlastjórarnir búgva á Hotel Norð á Viðareiði, men teir brúka fittan part av tíðini í Klaksvík.
Sunnumorgunin vóru fólkini í kirkju á Viðareiði, og í gjár varð leiðin løgd til Havnar, har fundur millum annað skuldi verða í skúlaleiðarafelagnum.
Í dag er ferðalagið aftur í Klaksvík, og møguliga verður útferð gjørd við Alpha Pilot.
Í morgin fara skúlastjórarnir at vitja á skúlunum í Klaksvík ? bæði teimum kommunalu skúlunum og Tekniska skúla.
Ein partur av vitjanini snýr seg eisini um Agenda 21 umhvørvisætlanina, og hvussu hendan ætlan kann gerast sjónligari í skúlanum.