Skúlaorkestur í kongaligari venjing

Klokkan 14 sunnudagin fara Vágs Skúlaorkestur og Suðurættin at hava konsert í skúlanum í Sumba. Hetta er úrslit av venjingini, ið verður alt vikuskifitið, tí í komandi viku skulu ungu tónleikararnir nevniliga spæla til kongaliga vitjan og til jóansøkuhald

Suðurættin og Vágs Skúlaorkestur fara á felags venjingarlegu um vikuskiftið í skúlanum í Sumba. Klokkan 14 sunnudagin verður almenn konsert, har úrslitið eftir drúgvu venjingina verður at hoyra.
                      Næmingar og lærarar í hesum bólkunum  gleða seg til komandi vikuna. Spælast skal, tá Suðuroyggin fær kongaliga vitjan fyrst í komandi viku. Og sjálvandi er hetta nakað, ið kann fáa sjálvt tann royndasta blásaran at missa luftina, men næmingarnir eru spentir og gleða seg til avbjóðingina.
                      Og komandi vikan hevur meira at bjóða, tí á jóansøku eru eisini boð eftir ungu tónleikarunum.
                      Umstøðurnar til venjing og konsert eru av teim bestu í nýggju hølunum í umvælda og útbygda skúlanum í Sumba. Talan er nú um sera stásilig høli, ið veruliga eru góðir karmar um skúla og tiltøk av ymsum slag. Og klokkan 14 sunnudagin er tað hornblástur, sum er á skránni og øll eru vælkomin siga Ulf Nordlund og Oddur Hentze, ið leiða ávíkavíst Vágs Skúlaorkestur og Suðurættina, sum til serstøku uppgávurnar í næstum leggja felags skrá.