Mánadagin og týsdagin mugu fólkavaldu løgtingsumboð vára víkja heitu tingsessirnar fyri blómandi ungdómi Føroya. Tí hesar dagar mynda 32 næmingar úr framhaldsdeildunum politikaraskaran í Føroya Løgtingi. Næmingarnir fara eisini at seta dagsskránna við støði í evnum, sum teir halda hava týdning.
Viðkomandi mál
Seinastu mánaðirnar hava næmingarnir, sum umboða fýra 9. flokkar, fyrireikað átta uppskot og verða hesi viðgjørd eins og vanlig lógaruppskot og uppskot til samtyktar. Næmingarnir verða bólkaðir í tríggjar nevndir: vinnunevnd, mentanarnevnd og trivnaðarnevnd.
Innkomnu uppskotini snúgva seg um ymisk mál og eru tey orðað sum rættilig uppskot við eitt nú heiti, viðmerkingum og gildiskomu. Evnini sum ungdómurin hevur valt at viðgera snúgva seg um avtøku av revsilsisrættinum, rúsdrekka, ferðslu, skúlan, fyribyrgingarráð.
Innføring í fólkaræðið
Sambært Edmund Joensen, løgtingsformanni, er endamálið við tiltakinum lutvíst at geva næmingunum størri innlit í tað at vera ein partur av fólkaræðinum, umframt at vísa næmingunum, hvussu fólkaræðið virkar í veruleikanum. Harumframt er endamálið at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um.
Vanligt í grannalondunum
Ungdómsting er kent fyribrigdi í londunum kring okkum, og føroyskur ungdómur hevur eisini havt møguleika at taka lut í tí danska. Hettar er tó fyrstu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum, og formansskapurin sigur, at tey hava sett sær sum mál at gera tiltakið so væleydnað, at tað framhaldandi kann vera ein liður í útbúgvingini av okkara ungdómi.
Fjølbroytt skrá
Fyrsta punkt á skránni til ungdómstingið verður, at ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum mánamorgunin kl. 9:00, har teir fáa eina frágreiðing um tingið, arbeiðs- og mannagongdir. Síðani verða næmingarnir sessaðir í tingsalinum og Edmund Joensen, løgtingsformaður, setir tingið. Aftaná leggja næmingarnir síni uppskot fram, og teir sleppa at seta spurningar og at koma við viðmerkingum til uppskotssetararnar.
Á middegi bjóðar Løgtingið døgurða og seinnapartin verða nevndarviðgerðir har spurningar til landsstýrismenninar verða avgreiddir. Síðani verða ungdómstingmálini umrødd, og álit verður skrivað í øllum málunum. Í álitunum skal verða mælt til, at í minsta lagi eitt uppskot skal samtykkjast, og í minsta lagi 1 uppskot skal falla.
Týsdagurin sær soleiðis út, at ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum kl. 9.30, og síðani byrjar ungdómstingfundurin og umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini. Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey. Síðani bjóðar Løgtingið aftur døgurða og aftaná møta ungdómstinglimirnir í Løgtinginum til munnligar fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn.
Aftaná tingfundin verður móttøka, har høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar.