Skúlanæmingar sluppu ikki til terminsroynd í dag

Tekniskir trupulleikar hava verið við skipanini

Í dag skuldu fleiri føroyskir skúlanæmingar í terminsroynd. Men har vóru tekniskir trupulleikar, sum gjørdu, at vanligu terminsroyndirnar á skúlunum ikki kundu haldast - millum annað í Argja skúla og skúlanum á Løgmannabreyt.

Talan er um ein tekniskan trupulleika hjá veitaranum, og enn ber ikki til at siga, nær hann verður loystur.

– Vit eru í tøttum samstarvi við WiseFlow, og tað verður arbeitt við trupulleikanum. So vit fáa einki gjørt í løtuni annað enn at bíða. Tíbetur er tað bara ein terminsroynd, men sjálvandi er tað keðiligt, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, sum hevur ábyrgd av økinum.

Hetta er ikki vanlig próvtøkutíð, men talan er bara um vanligar innanhýsisroyndir. Terminsroyndirnar verða sum skilst útsettar til ein annan dag, tá skipanin riggar.