Mótmæli
Umstøðurnar hjá næmingunum í framhaldsdeildini í Runavíkar skúla eru alt annað enn góðar. Tað halda í hvussu er næmingarnir sjálvir. Trongligt er í skúlanum, og uttan um skúlan er einki fríøki, har næmingarnir kunnu njóta fríkorterini og fríløturnar, sum eru á skúlanum.
Einir 150 mæningar ganga í framhaldsdeildini í skúlanum í Runavík, og í vikuni hava hesir savnað inn undirskriftir til tess at mótmæla, at einki fríøki er uttanum skúlan.
Í gjár høvdu fleiri enn 100 mæningar skrivað undir mótmælisskrivið, sum verður handað býráðsformanninum, Rodmundi Nielsen, á býráðsskrivstovuni klokkan 10 í morgun.
Skrivið hjá næmingunum er dagfest, 1. apríl, men
næmingarnir leggja dent á, at hetta er eingin apríl-søga, men ramasti álvari.
Likams og sálar
Í skrivinum siga næmingarnir, at eitt fríøki uttan um skúlan hevði gagnað teimum til likams og sálar.
- Og sjálvandi hevði hetta eisini gagnað undirvísingini í skúlanum.
Næmingarnir siga í skrivinum, at sum er, er einki hjá næmingunum at gera í fríkorterinum.
- Hetta kann saktans føra til ymiskt annað "stuttligt", sum næmingarnir siga í gásareygum.
Teir vísa á, at næmingarnir roykja, keypa og kanska hevnir onkur seg yvir teir annars so fáu møblarnar, sum eru á skúlanum.
At enda í skrivinum siga næmingarnir seg vóna, at býráðið tekur ímóti mótmælinum í sama góða anda, sum tað er skrivað og borið býráðnum.










