Skúlanæmingar prýða læknamiðstøðina

Í morgun vitjaði 5.A av Skúlatrøð á Læknamiðstøðini í Klaksvík, har tey lótu fýra málningar, sum flokkurin hevur málað til bíðirúmið á veghæddini.

 

Herfyri var flokkurin á seturskúla í Kunoy, og har gekk ein løta við at mála fýra málningar, sum nú prýða bíðirúmið á veghæddini í Læknamiðstøðini.

 

Durid Færø og Elsebeth Vilhelm, lærarar hjá 5.A vóru saman við næmingunum á vitjan í Læknamiðstøðini í morgun, har Arnhold Jensen, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur tóku ímóti.

 

Næmingarnir hava málað teir fýra málningarnar í bólkum, og allir hóska væl saman við hvørjum øðrum og hóska harumframt væl inn í bíðirúmið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

 

Starvsfólkini á Læknamiðstøðini tóku væl ímóti málningunum og óivað verða teir til stóra gleði fyri øll tey vitjandi eisini, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

 

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.