Skúlanæmingar landa skip í Sørvági

- Vit hava nakrar mans, sum landa, tá skip eru, og so hava vit eisini nakrar skúlanæmingar, sum eru góðir at heita á. Uttan hesar næmingar hevði onkuntíð verið trupult at mannað landingarliðið, sigur Wentzel Mouritsen

Botnfiskaveiðan undir Føroyum hevur svikið seinnu árini. Hetta hevur bæði gingið út yvir ísfiskaskipini og virkini á landi, sum skulu virka fiskin til útflutnings.
Ein liður, sum rættiliga merkir, at lítil botnfiskur kemur upp á land, eru teir menn, sum skulu landa skipini og skilja fiskin uppi á landi.
Fyri umleið einum ári síðan steðgaðu landingarmiðstøðirnar á Tvøroyri, Toftum og í Klaksvík, men á Tvøroyri og á Toftum hava nýggir eigarar tikið yvir.
Í Sørvági er landingarmiðstøð, men her er sum heild lítið virksemi. Tí er eisini trupult at halda upp á fólk, tí landingararbeiði gevur, tá samanum kemur, ikki so nógv av sær í krónum og oyrum.

Næmingar til hjálpar
Wentzel Mouritsen, landingarformaður hjá Barinum, sum eigur og rekur landingarmiðstøðirnar í Havn og í Sørvági, sigur, at skúlanæmingar eru viðvirkandi til, at tað yvirhøvur ber til at landa skip í Sørvági.
- Vit hava nakrar mans, sum plaga at landa, tá skip eru, og so hava vit eisini nakrar skúlanæmingar, sum eru góðir at heita á. Uttan hesar næmingar hevði onkuntíð verið trupult at mannað landingarliðið.
Hann sigur, at tá skip koma inn at landa, skal landingarliðið helst telja einar 12 mans, tá teir, ið skilja fiskin inni á virkinum, eru íroknaðir.
- Viðhvørt, tá ringast stendur til við fólki, læna vit fólk, sum eru knýtt at landingarmiðstøðini í Havn.
Landingarformaðurin ivast í, um landingarmiðstøðin í Sørvági hevur nakran møguleika at halda fram í longdini, um ikki vend kemur í, og meira fiskur kemur upp á land.