Vinna
Mánadagin, tá ið Sosialurin var til móttøku á flakavirkinum í Skopun, vóru fólk til arbeiðis í framleiðsluhallunum allan dagin. Virkið hevði keypt umleið 120.000 pund av upsa frá Kolumbusi, og tað var hesin fiskurin, sum fór gjøgnum maskinurnar og kom inn á reinskeriborðini hendan dagin.
Vit vóru ein túr niðri á gólvinum hjá Martini Olsen, virkisleiðara og hansara dugnaligu fólkum, sum so trúføst stóðu á sínum plássum, meðan fólk lýddu á røður uppi í matarhøllini.
- Í dag eru vit væl mannaði við reinskeriborðini, tí skúlin hevur frí í dag og í morgin. Vit hava einar 8-10 skúlanæmingar aftrat teimum, sum vanliga eru til arbeiðis á virkinum.
Á Sandoy Seafood í Skopun hevur serliga verið tørvur á reinskerarum, tá ið mest er at gera á virkinum.
- Vit hava pláss fyri tilsamans 36 reinskerarum og minsta talið av fólki, sum vit mugu hava við reinskeriborðini, er 20. Kortini liggur talið nógvar dagar millum 16 og 20, og tað er ógvuliga tepurt.
Á virkinum í Skopun eru fýra flakalinjur, tvær bader 189 og tvær bader 184.
- Vanliga koyra vit við tveimum linjur í senn, men í dag, nú vit eru væl mannaði, koyra vit við trimum linjum.
Martin sigur, at koyrdu allar maskinurnar, og fiskurin var hampiligur til støddar, hevði rættiliga staðið á frystingini.
- Men teir dagar, tá ið stendur á frystingini, gongur framleiðslan eisini væl, leggur hann aftrat.
Nýggja reinskerilinjan á virkinum í Skopun er rættiliga nútímans, og hon er ein hin mest framkomna í Føroyum. At reinskerar kunnu sita og skera, er ikki nýtt, men við hvørt pláss er ein skermur, har reinskerar kunnu síggja, hvussu gongur.
- Tey síggja, hvussu nógv tey skera sjálvi, og tey síggja eisini, hvussu stórt miðaltalið fyri hvønn reinskerara er. Vit kunnu eisini senda fólkinum boð um skermin, meðan tey standa og skera.
Martin sigur, at á skrivstovuni kann hann sum virkisleiðari eisini síggja, hvussu gongur hjá hvørjum einstøkum reinskerara.
- Hetta er neyðugt, og soleiðis er tað bara blivið í dag, nú kappingin er hørð, og marginalirnir eru smáir. Góð leiðsla og neyv stýring er eitt krav í hesi vinnu, sigur hann.
Virkisleiðarin sigur, at tað er bara henda nýggja reinskerilinjan, sum hevur hesar møguleikar.
- Gamla linjan, sum eisini verður brúkt, tá ið vit hava nóg mikið av fólki, hevur onga skráseting, leggur Martin Olsen aftrat.