Skúlanæmingar geva bók út

Tað er ikki ofta, at skúlanæmingar geva bók út, men nú hevur áttandi flokkur í Hvalba gjørt eina bók við bindiuppskriftum og matupskriftum.

Hetta er aðru ferð, at skúlanæmingar í Hvalba geva eina bindiklubbabók út.

Fyrru ferðina var í fjør, tá ið táverandi áttandi flokkur gjørdi eina bindiklubbabók og tað var sovorðin gravgangur eftir henni, at hon varð uppseld eftir stuttari tíð.

Tað gav næmingunum áræði til at gera eina afturat og nú gevur so núverandi áttandi flokkur, aftur eina bindiklubbbók út.

Bindiklubbabókin 2 kemur út akkurát í hesum døgum og hon er bæði størri og fjølbroyttari enn tann fyrra.

Næmingarnir geva bókina út við tí endamáli at savna pening til eina uttanlandsferð.

Í blaðnum eru ein ørgrynna av uppskriftum upp á mat, heilt frá brústsukuri til pannukøkur frá abbanum og kotelettir.

Í bókini eru sjálvandi eisini eisini fleiri bindiuppskriftir upp á alskyns pløgg. Men harafturat er hon eisini kryddað við greinum um binding, bindiklubbar og annað.

Bindiklubbabókin verður at fáa um alt landið sum vikan líður og kostar 120 krónur.