AB spældi triðja dystin í VFF kappingini ídag. Tað var á Skála, har heimaliðið vann 3-1. AB skoraði ikki í tveimum fyrstu dystunum. Tann fyrsti var í Gundadali ímóti HB, sum vann 2-0. Tann næsti var við Løkina í Runavík ímóti NSÍ, sum vann 3-0.
Í dag vóru argjamenn undir Mýruhjalla á Skála, har heimaliðið vann 3-1.
Í vikuni skrivaðu Heðin Klakstein og Jóhan Waag Høgnesen, sum er nýggjr á Skála, undir sáttmála. Teir vóru báðir millum teir fyrstu ellivu ídag.
Ein hálvur tími var farin, tá ið Aksel B. Danielsen umsetti brotsspark til 1-0 heimaleiðslu.
Seks minuttir eftir steðgin økti Ronni Møller-Iversen um heimaleiðsluna.
Tað restaðu átta minuttir, tá ið AB minkaði um munin. Argjamenn løgdu innfyri, og ein av heimamonnunum var so óheppin at seta bóltin í málið aftanfyri Bárð á Reynatrøð í Skálamálinum.
Ein minutt seinni staðfesti Skála 3-1 heimasigurin. Andreas Egeberg Jacobsen skoraði, og Niels Pauli B. Danielsen átti uppleggið.










