Skálamenn sakna fleiri lyklaspælarar

Verjuálitið og eyðsýndasti framrættaði spælarin eru ikki við í Gundadali

Toppliðið HB tekur klokkan 17 ímóti botnliðnum Skála. HB hevur 18 stig, og Skála hevur eitt stig.

Hjá HB hevur tað gingið sum eftir ánni, síðani nýggi venjarin Jens Berthel Askou tók við.

-Miðlarnir spáddu okkum at vera har, sum vit nú eru. Men tað, sum er avgerandi er, hvar vit vera, tá ið kappingin verður liðug. Tí er neyðugt at vit varðveita fokus á rætta stað og hvønn dag arbeiða við at verða betri, tí tað er framvegis nógv, sum kann verða betri, sigur HB venjarin.

Tað er sjálvandi stórur saknur hjá HB, at Adrian Justinussen ikki er tøkur. Jógvan Rói Davidsen, sum í fjør var liðformaður og leingi fastur maður á høgra vongverja, er tøkur aftur eftir skaðasteðg.

Miðverjin Delphin Tshiembe er darvaður av skaða í lærkrikanum, og er ikki við ídag.

Skála bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Hjá Bill Jacobsen og hansara monnum man mótbrekkan kennast stór, nú teir eru í Gundadali.

Verjuálitið Teitur R. Joensen varð innlagdur eftir dystin við Margáir, og hann lá stóran part av vikuni á landssjúkrahúsinum. Talan er um punkterað lunga og skaða í rivjabeinum.

Ronni Møller-Iversen er royndasti framrættaði spælarin. Hann er so mikið skaðadarvaður, at hann ikki er førur fyri at spæla ídag, og so eru Andreas Egeberg Jacobsen, Hjalti Strømsten og Karl Martin Johansen skaddir.