Fyrsti dysturin í triðja umfari í næstbestu deildini er av. Úrslitið í grannauppgerðini á Skála var 1-1. Tað eiga teir í EB/Streymi at vera væl nøgdir við.
Skála hevur nú spælt tríggjar dystir, sum allir eru endaðir við javnleiki.
EB/Streymur hevur eisini spælt tríggjar dystir. Javnleikurin á Skála var fyrsta stigið, sum EB/Streymur hevur vunnið í ár.
Skála var leikliga omaná alla tíðina. Serliga í fyrra hálvleiki spældi heimaliðið seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist bara at skora eitt mál. Tað skoraði Teitur Poulsen miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Eftir innlegg og fleiri skotroyndir, har bólturin varð blokeraður, var eydnaðist tað loksins 18 ára gamla Teiti Poulsen at skora.
EB/Streymur var betri við eftir steðgin, og tá ið eitt korter var eftir, eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Jákup Joensen, sum undan hesum kappingarárinum flutti av Skála og til EB/Streym. Skálamálverjin tøvdi eitt sindur, tá ið hann skuldi sparka burtur, Jákup Joensen var ágrýtin, og tá ið málverjin royndi at sparka burtur, rakti bólturin í Jákup Joensen og fór í málið.
Síðstu løtuna legði heimaliðið nógv fyri í roynd at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.










