Skálamenn eru sørir móti NSÍ

Bogi Gregersen verður kanska tøkur, tá ið Skála enn eina ferð skal royna at fáa stig frá NSÍ, um higartil hevur tikið alt, tá ið grannaliðini hava dystast

UPPTAKT

Skála er á heiðursmerkjaplássi, og NSÍ er ikki so langt frá triðja plássinum. Um NSÍ vinnur grannastríðið í Runavík, so flyta teir upp um Skála. Hagtølini siga, at higartil hevur NSÍ vunnið hvørja ferð, tá ið Skála og NSÍ hava spælt. Um tað so hevur verið á Skála ella í Runavík.
-Vit hoyra hatta ofta, og vit ætla ikki longur hava tað sitandi á okkum. Vit halda okkum hava møguleika at fáa stig í Runavík, og tað fara vit at arbeiða hart fyri.
Tað sigur Bogi Gregersen. Álopsspælarin á Skála noyddist at taka seg burturúr, tá ið teir mikukvøldið spældu móti B36. Tá varð roknað við vøddaskaða og steðgi í fleiri vikur. Men nú sigur Bogi, at tað kanska ikki verður neyðug við steðgi:
- Fysioterapeuturin hevur sagt, at talan ikki er um fipurspreinging. Heldur er okkurt forstrekt í lærinum. Eg fái viðgerð hvønn dag, og tað gongdur skjótt rætta vegin. Tað er ikki heilt ósannlíkt, at eg verði førur fyri at spæla mánadagin, sigur Bogi Gregersen.
Bjarni Jørgensen hevur verið burturi frá seinastu ferðirnar, tí hann hevur verið skaddur. Hóskvøldið var hann aftur til venjingar, og hann verður í Skála hópinum mánadagin.

Positivan trupulleika
Tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Bæði so og so. Tá ið NSÍ fór til Klaksvikar, var tað um reppið, at teir fingu mannað lið. Nú eru næstan allir spælararnir tøkir. Tann einasti, sum hevur spælt í landskappingini í ár, og sum ikki er tøkur, er Kári Hansen. Sjúrður Jacobsen hevur leingi verið burturi frá, men hann hevur í vikuni vant við fullari ferð.
- Tað er positivur trupulleiki at vera noyddur at seta spælarar, sum tú veist kunnu standa seg á besta liðnum, á beinkin. Tað kennist væl undir venjing, og tá ið spælarar verða skiftir inn, at teir ovurfegnir vilja vísa, at teir eiga pláss á liðnum, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ.
Seinastu tríggjar ferðirnar hevur NSÍ so at siga spælt við sama liðnum. Tað hevur gingið rættuliga væl, so tað er lítið sannlíkt, at talan verður um stórvegis broytingar, tá ið Skála kemur um fjørðin av vitja.