Ta_ er óhoyrt í føroyskari fótbóltssøgu, men nú er ta_ ein veruleiki. Eftir tvey tey fyrstu umførini er Skála framvegis ósigra_. Eftir grei_a sigurin á heimavølli ímóti meistarunum úr HB, komu teir sunnudagin nor_ur um aftur vi_ einum stigi, eftir at teir høvdu vitja_ VB, sum hev_i heimavøll á Sevm_ri.
Einki mál var_ skora_. At hvørgin parturin fekk hol á, sást aftur í leikgongdini. Ta_ ráddi um at binda fyri, solei_is at ta_, i_ var á kontini, ikki hvarv. Gestirnir høvdu bóltin nógv, og strí_i_ um mi_vøllin var stórt. Dan Djurhuus (eftir ste_gin Jákup Olsen) og Milan Kuljic hjá heimali_num, stríddust vi_ Paula G. Hansen og Nenad.
Skálamenn spældu vi_ nett sama li_num, sum frammanundan hev_i vunni_ ímóti HB. Ta_ vil siga, at vongverjarnir bá_ir, Bár_ur Danielsen og Iulian Florescu, sum undan Su_uroyar fer_ini vóru ivasamir, vóru førir fyri at spæla, og teir stó_u seg væl.
Skálamenn høvdu bóltin nógv. Ta_ sást, at teir vóru áhuga_ir í at var_veita ta_, sum teir høvdu, og harvi_ høvdu teir ikki so nógvar málmøguleikar. Skjótu menninir heilt har frammi vóru ongantí_ so miki_ leysir, at ta_ var ney_ugt hjá Bjarna Johansen at spíla seg út yvirfyri teimum. Jónhard Frederiksberg og Eugen Stanciu vór_u hildnir í stuttum tjó_ri av Ey_uni Jacobsen og Anders Sørensen. Sí_stu løtuna loysti Bogi Gregersen Eugen av, men ta_ seg_i ta_ sama.
Í tveimum førum undan ste_ginum vóru Skálamenn frammanfyri VB málinum. Í ø_rum førinum stúta_i mi_verjin Dusan, men ta_ var_ bjarga_, og í hinum førinum var ta_ hin mi_verjin, Arnhold Berg, sum vi_ høvdinum st_rdi bóltinum vi_ sí_una av málinum.
Í einum føri vildu skálamenn hava brotsspark, men Birgir Sondum, sum hev_i gott skil á, lætst ikki um vón. Alexandur Johansen lyfti fríspark úr seytjan metrum upp um manngar_in. Skálamenn vildu halda, at ein í manngar_inum n_tti hondina at ste_ga bóltinum vi_, men ta_ helt dómarin ikki.
Fegna_ust uttan at ta_ var mál
Heimali_i_ hev_i kanska størri møguleikar enn gestirnir. Birgir Jørgensen lá sum altí_ framvi_, men hann hev_i ikki marginalirnar á sínari sí_u. Í tí eina førinum brast flatt langskot hjá honum í stólpan og sí_ani út til málspark, og eina a_ra fer_ina var hann ikki nóg neyvur vi_ stútara úr seks metrum. Skála málverjin Igor Bjarni Kostic stó_ har, sum bólturin kom.
Vágbingar longdust eftir, at máli_, sum ivaleyst hev_i loyst upp fyri spælinum, skuldi koma, og ta einu fer_ina hoyrdist ta_ á fagna_inum, at ásko_ararnir hildu ta_ vera mál. Mi_vallarin í høgru, Palli Augustinussen, lyfti bóltin upp um málverjan, men tíverri fyri Palla og vágbingar, so dala_i bólturin dygst aftanfyri tvørtræi_. Hann tók í nettaki_, og ta_ mundi vera orsøkin til stóra, men stutta fagna_in.
Hetta var ti_ja fer_in, at Skála spældi landskappingardyst á útivølli ímóti VB. Enn eiga skálamenn fyrsta máli_ á. Í fjør vann VB 2?0, og í fyrraári_ var ta_ ? júst sum ta_ var sunnudagin ? málleyst.
VB?Skála 0?0
Dómari: Birgir Sondum
VB: Bjarni Johansen ? Mortan úr Hørg, Ey_un Jacobsen, Anders Sørensen, Dalius Stalelinas ? Palli Augustinussen, Dan Djurhuus (Jákup Olsen, 46.), Milan Kuljic, Símun Samuelsen (Poul N. Poulsen, 81.) ? Birgir Jørgensen, Mindaugas Grigalavicious
Gult kort: eingin
Skála: Igor Bjarni Kostic ? Bár_ur Danielsen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu ? Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic, Alexandur Johansen (Rúni Rasmussen, 79.) ? Jónhard Frederiksberg, Eugen Stanciu (Bogi Gregersen, 74.)
Gult kort: Nenad Stankovic