Skálamálverji er illa skaddur

Hælsinan slitnaði í gjárkvøldið, og longu í dag varð málverjin lagdur undir skurð

Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið hjá Skála hava higartil gingið sum eftir ánni. Teir hava verið nógvir til venjingar, spælið hevur verið gott í venjingardystunum, og úrslitini hava verið góð. Tað var ikki fyrr enn í Sarpugerði síðsta mikukvøld, at Skála tapti fyrsta venjingardystin – 3-1.

 

Fríggjakvøldið endaði tað 1-1 í Fuglafirði.

At teir eru nógvir um boðið sæst aftur í, at næstbesta liðið er væl mannað. Í gjárkvøldið spældi næstbesta liðið venjingardyst á heimavølli ímóti 07 Vestur. Eftir fyrra hálvleik var heimaliðið frammanfyri 3-0. Støðan var tann sama, tá ið málverjin varð skaddur og varð borin av vøllinum. Ein av útispælarunum fór í mál, og dysturin endaði við 4-3 heimasigri.

 

Tað vísti seg, at talan var um álvarsligan skaða. Tað var Sonni Højgaard, sum varð skaddur.

Á kyndilsmessu fylti hann 22 ár. Í fjør var hann dugnaligur málverji á Skála liðnum í næstbestu deildini. Í 25. umfari – 6. oktober á heimavølli ímóti HB – var hann fyri fyrstu ferð málverji á besta liðnum.

Sonni Højgaard hevur higartil í ár vant saman við Karsin Hansen, sum verður roknaður at vera fyrsti málverji, meðan Sonni var ætlaður at verja málið á næstbesta liðnum og at vera eykamálverji á besta liðnum.

Nú er lítið sannlíkt, at Sonni fer at spæla nakað serligt í ár.

Tað vísti seg, at hann í gjárkvøldið varð illa skaddur. Hælsinan slitnaði.

Longu í dag varð Sonni skurðviðgjørdur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Nú skal hann koma fyri seg, og so verður takið at venja og koma fyri seg aftur. Tað plagar at taka meiri enn eitt hálvt ár at vinna førleikan aftur eftir tílíkan skaða. Tí er tað lítið sannlíkt, at Sonni Højgaard verður at síggja á vøllinum í kappingarárinum, sum nú stundar til. Um tað fer at ganga heilt væl, so kann tað vera, at hann verður førur fyri at spæla fram ímóti kappingarenda.

 

Fyrsti landskappingardysturin hjá Skála verður annan sunnudag í Gundadali ímóti B36.