Við sínum ábyrgdarleysa og einvísa uppskoti vóru Jóhan Dahl og Heðin Mortensen um at loypa varg í og skeikla bæði skúlapolitikk og fíggjarpolitikk.
Sum andstøðumenn høvdu teir neyvan annað endamál heldur, enn júst at skeikla og forbrongla.
Í sínum stuttskygda og grunna stemmufiskiskapi vildu teir bæði sleppa tí týdningarmikla Studentaskúlanum upp á fjall og brúka Tekniska Skúla og Handilsskúlan til at seta hol á aftur tann illa kenda og dýrtkeypta veðhaldspolitikkin.
Tað fyrra hevði verið til óbótaligan skaða fyri møguleikarnar hjá upp-vaksandi ættarliðunum, og tað seinna kundi verið startskotið til ein nýggjan landshúsagang.
Sjálvsagt eru samgongu-menn sinniligari og staðfesta ætlanir um, at bæði Tekniski Skúli, Handilsskúlin og Studentaskúlin í Havn fáa betur umstøður til at røkja teirra týdn-ingar-mikla lut í yrkis- og miðnámsfrálæruni.
Hesum skúlunum verða í komandi árum veittar nýggjar umstøður á økinum í Marknagili, sum Tórshavnar Kommuna fyri árum síðani beyð landinum til júst slík endamál.
Fíggingin verður fyrst og fremst úr landskassanum innan íløgukarmin.
Møguleiki verður eisini fyri aðrari fígging at skunda undir loysnina fyri yrkisskúlarnar, men talan verður ikki um, at landið fer út í at veðhalda fyri lánum, sum tað sjálvt skal gjalda aftur í dýrum dómum yvir ein heilan mans-aldur.
Íløgurnar í skúlar av hesum slag eru týdning-armiklar samfelagsíløgur í framtíðina hjá tí uppvaksandi ættarliðnum. Tær hava bíðað leingi.
Kreppuárini bar lítið ella onki til, og hesi fáu árini síðani hava onnur týdningarmikil málsøki sum samferðsla og heilsuverk verið raðfest ovari enn yrkis- og miðnámsskúlar.
Topparnir av teimum íløgunum fara skjótt at hæsa av, og stundin er komin, at teir her umrøddu skúlarnir og aðrir kring landið sleppa upp í part av álvara. Tað er landsframi.










