Skúlaleiðslan í Tórshavn á vitjan

Mentamáladeildin hjá Tórshavnar byráð skipar á hvørjum ári í september fyri einari útferð fyri skúlaleiðslunum á kommunalu skúlunum í Tórshavnar kommunu. Hesaferð gekk leiðin til Klaksvíkar í gjár.

Umleið 30 fólk vóru við á ferðini. Tey løgdu fyrst at landi í Skúlanum við Ósánna, har Símun Petur Hjelm, skúlastjóri og Rannvá Joensen, varaskúlastjóri tóku ímóti. Eftir at hava fingið ein kaffimunn varð gingið runt í skúlanum fyri at síggja hann. Gestirnir lótu væl at og hildu hann vera ljósan og lættan at vera í.

Harald Bjørgvin, sum er leiðari fyri húsavørðatoyminum í Tórshavnar kommunu var eisini við, og tað var ikki leingi, til hann og Birgir Joensen, húsavørður, fullu saman í prát og høvdu teir nógv at samskifta um. Ja, so nógv, at avtalað varð gjørd um, at húsavørðarnir í Klaksvík vóru vælkomnir til Tórshavnar at vitja onkran dagin í næstum.

Húsavørðatoymið hjá Harald Bjørgvin telur 33 – har av 19 hoyra til skúlarnar.

Eftir vitjanina í Skúlanum við Ósánna gekk leiðin út á Norðoya Fornminnasavn, har tey eisini skuldu fáa ein bita í Spaniastovu og annars fáa frágreiðing um húsið og tað, ið har. Eftir tað skulu gestirnir úr Tórshavn vitja atelierið hjá Archibald Black, har hann fær høvið at greiða frá list síni.

Slíkar ferðir eru altíð kveikjandi og mennandi – bæði fyri einstaklingin og starvsplássið. Ja, og longu nú er so avtalað onnur vitjan í hesum sambandi.

Mentamáladeildirnar hjá Tórshavnar býráð og Klaksvíkar býráð hava samstarvað um og lagt ferðina til rættis. Kl. 16 gongur so leiðin aftur til Tórshavnar.

Myndirnar tók Dávur Winther