Mentamálaráðið hevur gjørt av, at kanningar skulu gerast av starvsviðurskiftunum hjá skúlaleiðaranum í Skopun.
Óreglusemi
Olaus Jespersen, deildarstjóri í mentamálaráðnum, sigur, at skúlaleiðarin í Skopun er fyribils settur frá, tí illgruni er um óreglusemi í starvsviðurskiftum hansara. Annars vil Olaus Jespersen ikki gera tær stóru viðmerkingarnar til málið, tí talan er um eitt persónsmál.
? Nú verður gjørd ein tænastumannakanning av starvsviðurskiftunum hjá skúlaleiðaranum, og tá ið hon er gjørd, og ein niðurstøða er komin, verður tað viðgjørt í mentamálaráðnum, sum síðani tekur eina endaliga avgerð í málinum, sigur Olaus Jespersen. Hann leggur afturat, at so leingi tænastumannakanningin verður gjørd, er skúlaleiðarin fyribilsfluttur í eitt lærarastarv í skúlanum, og tí røkir Katrina Joensen, lærari í Skopunar skúla, starvið sum skúlaleiðari.