Tað tók sína tíð hjá skúlastýrinum í Kvívík at fáa eina loysn á trupulleikunum við skúlaleiðaran, men í gjár tók Bjarni Heinsen, skúlaleiðari av einum tilboði frá Mentamálaráðnum um at fara í eitt annað starv.
Gjárkvøldið fingu foreldur boð um, at hann hevði sín seinasta skúladag í Kvívík í dag.
Fyri umleið einum ári síðan kærdi skúlastýrið skúlaleiðaran til Mentamálaráðið, og síðan hava verið nógvir fundir og fleiri hoyringar.
Tað hevur ikki eydnast í dag fáa nágreiniliga at vita, hvat foreldrini hava havt ímóti skúlaleiðaranum. Skúlastýrið hevur lovað einki at siga, tí bara Mentamálaráðið skal úttala seg. Maðurin, sum hevur við málið at gera var á fundi í morgun.
Bjarni Heinesen sjálvur hevur ongar viðmerkingar.