Lærarar kring um í Danmark kunnu gott byrja at venja seg við, at teir skulu verða meira til arbeiðis.
Soleiðis ljóðar boðskapurin frá fleiri av skúlaleiðarunum, eftir at stjórnin í gjár legði upp í skúlaósemjuna við einari lóg, sum heilt broytir mátan, sum arbeiðsdagurin hjá lærarunum sær út.
Tað verður ikki longur kalendarin ið ger av, um nakað letur seg gera. Tað verður ein heilt nýggjur gerandisdagur á skúlanum og ein heilt nýggjur veruleiki fyri lærararnar, vit fara at síggja frameftir, sigur Torben Pedersen, skulaleiðari á Vester Mariendal Skúla í Aalborg við dr.dk.
Tað var júst arbeiðstímarnir hjá lærarunum og býtið av uppgávunum innan fyri arbeiðstímarnar, sum var stóra stríðsmálið í skúlastríðnum.
Í lógaruppskotinum hjá stjórnini endaði maktin yvir arbeiðstíðina hjá lærarunum við at enda hjá skúlaleiðarunum, og tað fer at merkja stórar broytingar, viðgongur Claus Hjortdal, næstformaður í Skúlaleiðarafelagnum.
Tað verður ein uppgerð við ta læraramentan, vit hava havt í áravís, og lærararnir skulu venja seg til, at teir ikki fáa somu ávirkan á arbeiðsdagin, sum teir hava havt, sigur Claus Hjortdal.
Sambært Claus Hjortdal merkja nýggju reglarnir, at tað ikki longur verður so avgerandi, hvat lærararnir haa hug til, menhvørjum tað er brúk fyri.
Tað verður ikki longur talan um at hugsa undirvísing í 45 minuttir, og vit skulu nú seta orkuna inn har, sum taðer neyðugt, sigur Claus Hjortdal.
Claus Hjortdal hevur undirtøku frá sínum limum til broytingarnar. Í einari spurnarrundu millumlandsins skúlaleiðarar, sum DR Analyse hevur gjørt, svara 82%, at tað er gott, at skúlaleiðarar nú kunnu ráða yvir arbeiðstíðini hjá lærarunum, og 84% halda, at nýggju reglarnir fara at viðføra stórar broytingar í gerandisdegnum hjá lærarunum.
Tað er eingin ivi um, at lærararnir mugu renna skjótari, og at vit skulu hava meiri undirvísig frá teimum. Men ein partur av teirri tillagingini er eisini, at vit skulu hyggja at, hvat undirvísing í veruleikanum er, sigur Torben Pedersen.
Meðan lærarar áður kundu hava undirvísing fyrrapartar og fyrireikingartíð heima eftir klokkan 13, skulu teir nú hava meira »normalar« arbeiðsdagar við tímum á skúlanum frá morgni til seinnapart. Tað gevur skúlaleiðarum nøkur nyggj amboð.
Sjálvandi fer nýggja avtalan at geva møguleika fyri at raðfesta beinleiðis undirvísingina við børnunum í størri mun. Og tað er vælsaktansí lagi, at lærararnir verða meira úti í flokkunum. Men vit sulu minnast til, at góð undirvísing fer fram í einum samstarvi, og tað skulu vit halda fast í, sigur Dorte Andreas, skúlaleiðari fyri Tingkærskúlan í Odense.
Allir skúlaleiðarar undirstrika, at teir ikki hava hugsað sær, at kroysta broytingarnar niður yvir høvdið á lærarunum. Har skal eitt samskifti til.
Vit hava maktina nú, men vit skulu sum skúlaleiðarar eisini skapa úrslit, og tað gera vit ikki við at kroysta lærararnar, sigur Claus Hjortdal við dr.dk.