Síðani 1997 hevur eingin skúlalækni verið í Suðurstreymoy, og tað ber ikki til, at eitt so stórt øki skal liggja uttan skúlalækna í so langa tíð. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum í einum fyrispurningi sóknast eftir, nær nýggjur skúlalækni verður settur.
Jenis av Rana heldur, at eingin umbering kann rættvísgera, at 40 prosent av Føroya børnum ikki hava ta trygd, sum ein reglulig kanning hjá skúlalækna gevur, og sum onnur framkomin lond síggja sum fremstu almennu skyldu. Hann hevur áður sóknast eftir, nær skúlalækni verður settur og heldur, at hetta ábyrgdarloysi má fáa ein enda.
Og kanska fær tað ein enda áðrenn langt um líður. Í svarinum uppá fyrispurningin sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, at Kommunulæknafelagið ikki heldur verandi sáttmála við skúlalæknar vera nøktandi.
- Tí hevur felagið blokerað fyri at lýsa leysu størvini, herundir starvið í Suðurstreymoy, sigur landsstýriskvinnan. Kommunulæknarnir vilja sambært Helenu Dam á Neystabø ikki samráðast um ein nýggjan sáttmála fyri skúlalæknar, fyrrenn kommunulæknarnir sjálvir hava gjørt ein nýggjan sáttmála við Almanna- og heilsumálastýrið.
Síðsta hond verður í løtuni løgd á hendan sáttmálan, og tá hetta arbeiðið er liðugt, verður farið í holt við sáttmálan til skúlalæknan.
- Hetta verður væntandi í november mánaði, og skuldi sostatt ein varandi loysn verið í ljósmála, upplýsir Helena Dam á Neystabø í svarinum uppá fyrispurningin.










