Skúlaheimið í Marknagili 40 ár

Vælkenda skúlaheimaið fyllir 40 ár í dag.

 

30.08.1976 var skúlaheimið alment tikið í nýtslu.

 

Tað mugu verða fá, ið ikki á ein ella annan hátt hava havt okkurt við skúlaheimið at gera.

 

Sambært Arna Clementsen, leiðara á skúlaheiminum, so eru tað nokk flestu útbúnu handverkarar, ið eru av bygd, sum hava búð á heiminum í styttri ella longri tíðarskeið.

 

Áðrenn heimið var bygt í Marknagili flutti tað nakrar ferðir runt í Tórshavn, inntil ein endalig staðseting bleiv funnin.

 

Tørvurin á einum skúlaheimið til lærlingar kom tá tekniski skúli umlegði sítt virksemi til dagskúla eftir at ein lærlingalóg bleiv viðtikin, ið setti nøkur krøv til handverkaraútbúgvingar.

 

Les meira í mikudags Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús.