Hetta var fyrsta byggistigið av nýggjum tekniskum skúla í Tórshavn. Ætlanin var at byggja sjálvan skúlan á sama øki, men sum kunnugt bleiv hetta ikki til nakað, men ístaðin vóru fýra hallir bygdar fyrst í 80-unum í Smiðjugerði við Velbastaðvegin.
Tað var Palli Gregoriussen arkitektur sum teknaði Skúlaheimið. Miðskeiðis í 90-unum varð Skúlaheimið renoverað við t.d. nýggjum taki, klædningi og vindeygum.
Leiðari á skúlaheiminum er Rannvá Hansen.