Skálagentur vunnu greipuna

Nú besta mansliðið hjá Skála stríðist fyri FM-heitinum, var tað kanska eitt hugskot, um teir spurdu gentuliðið hjá felagnum um ráð

Meistarar

Tað eru ikki bara menninir hjá Skála, sum duga at sparka.
Tað duga genturnar eisini og nú er greitt, at tað smágenturnar hjá Skála hava vunnið greipuna í ár. Fyrr í summar vunnu tær Niels L. Arge steypið við einum 3 - 1 sigri á VB í finaluni í Gundadali. Leygardagin vunnu tær so meistarabólkin fyri smágentur og harvið eisini FM-heitið.
Í seinasta umfarinum leygardagin, vunnu tær 2-1 á Royn og 2-0 á VB.
Annars eru tær ósigraðar í kappingini í ár-í hvussu so er á vøllinum. Einasti dystur, tær ikki vunnu, var ein málleysur javnleikur. Á pappírinum hava tær tapt ein dyst, men tað var netupp á pappírinum, tí tað var ein dystur, sum ikki varð spældur.
Kjarnin á hesum smágentuliðnum hjá Skála, hevur spælt saman í fimm ár, so tær kenna hvønn annan væl, og og tað ger eisini sítt til, at samanspælið virkar so væl. Og tær hava sanniliga eisini staðið seg væl, tí tær vunnu Fm bæði í 2001,2002 2003 og so aftur í ár. Í 2004 lógu tær eisini væl fyri, men fingu silvur, tá ið tær á stokkinum mistu FM heitið til AB.
Til stuttleika kann leggjast afturat, at allar genturnar á hesum Skála-liðnum eru av Strondum.
Annars vann AB silvur í FM kappingini í ár og Royn vann bronsu