Skúlaflokkur vitjaði á Sosialinum

Summar

Beint fyri døgurða seinasta fríggjadag fekk Sosialurin í Saltangará vitjan av 5. flokki við Tofta skúla. Saman við flokslæraranum, Jóhonnu Petersen, høvdu tey verið ein súkklutúr í Lamba, har tey høvdu hugt at ?grøvini? hjá Óla Jarnheysi. Søgnin sigur, at Óli sum ungur kom sum húskallur til Lambar í tænastu hjá Mikkjali, bónda, ið var sonur løgmannin, Jógvan Heinason. Óli var úrmælingur, bæði til styrki og treystleika, men hann skal eisini hava verið guðloysingur. Søgnin sigur, at Óli slapp ikki at liggja í kristnari jørð, og er tí grivin í bønum í Lamba. Har søgnin sigur, at Óli skal vera grivin, er í dag ein stórur rabarbugarður.
Eftir at hava vitjað á ?grøvini? hjá Jarnheysi, fór 5. flokkur oman á gomlu støðna í Lamba, har lærarinnan greiddi teimum frá um Norsku Løvu, sum fór á land á Lambavík, 31. desember 1707 og gjørdist vrak.
Væl av tilfari er til skjals um Norsku Løvu.
Jóhanna Petersen sigur, at 5. flokkur ætlandi fer at lesa fleiri sagnir og kvæði komandi skúlaár, og ein partur av hesum tilfari fer eitt nú at snúgva seg um Óla Jarnheys og Norsku Løvu.


At røra seg

Lærarinnan sigur, at eitt annað mál við túrinum so avgjørt var at geva flokkinum møguleika at røra seg.
- Og tá er ein slíkur súkklutúrur sum hesin eitt frálíka gott høvi, sigur hon.
Á veg heimaftur úr Lamba steðgaði 5. flokkur á Sosialinum, men hetta var ein stuttur steðgur. Kortini fingu næmingarnir eitt lítið sindur at vita um Sosialin og blaðarbeiði.
Í túninum tóku vit myndirnar, vit prenta saman við hesum greinastubbanum.