Hvussu sær gulllaksur út í veruleikanum?
Tað vildi fimmti flokkur í Tofta skúla fáa at síggja í gjár, tá tey vitjaðu niðri á bryggjuni, har partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, landaðu.
- Veðrið var gott hesa løtu og lærarin, Atli Johansen, gekk ynskinum hjá næmingunum á møti. Hann hevur tey í lærugreinini náttúru & tøkni, og tí kundi kanningarferðin oman á bryggjuna verjast.
Hetta skrivar Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Lagt verður aftrat, at eisini landararnir hildu tað vera hugaligt, at ein skúlaflokkur kom oman at hyggja at fiski og landing.
- Kanska onkur komandi gulllaksaveiðimaður- ella kvinna var millum børnini, helt ein landari fyri, tá sjómanstrúboðarin vitjaði á bryggjuni hesa løtu.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu upp í lastirnar henda túrin, og tað er umleið 290 tons tilsamans. Teir fóru avstað aftur longu sama kvøld, sum teir landaðu.










