Skúlaflokkur umborð á Magnusi Heinason

Tá ið næmingarnir høvdu sæð skipið, fingu tey nekarakyss og sunkist í messuni

Skúli og vinna

Ein dagin í hesi vikuni vitjaði ein skúlaflokkur av Venjingarskúlanum í Havn umborð á havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinason.
Hetta var ein 3. flokkur, sum hevur havt evnisviku um fisk.
Fólk frá Fiskirannsóknarstovuni vístu børnum og lærarum skipið, og tá ið tey høvdu verið ein forvitnisligan "rundtúr", endaðu tey í messuni, har øll børnini fingu nekarakyss og sunkist.
Mourits Mohr Joensen, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni og vísti børnum og lærarum skipið hendan dagin, sigur, at tað var stuttligt at hava børnini umborð.
- Tey vóru stak fitt, og eg haldi, at tey hugnaðu sær hesa løtu, meðan tey vitjaðu umborð, sigur fiskifrøðingurin.
Sosialurin royndi at fáa fatur á læraranum, Rubek Lilaa, í gjáramorgunin, men telefonin hjá honum svaraði ikki. So, hann hevur helst verið upptikin við evnisvikuni og børnunum í skúlanum.